Ótti fyri tølum sæst í heilanum
Ótti fyri tølum er ikki heilaspuni. Granskarar síggja greiðan mun í heilanum hjá børnum, ið hava ótta fyri tølum, og børnum, ið ikki hava ótta fyri tølum.
Eru roknistykkir stuttligar gátur, ið tú gleðir teg til at loysa? Ella geva tølini tær pínu í magan og sveittutar hendur?
Kennir tú teg aftur í seinnu útsøgnini, so hevur tú ótta fyri tølum – ein serligan ótta, ið er knýttur at tølum og líkningum, sum rakar nærum 60 prosent av fólkunum.
Amerikanskir granskarar meta nú, at ótti fyri tølum er ein ítøkiligur ótti.
Eftir at hava skannað 46 børn, ið loystu pluss- og minusuppgávur, staðfesti granskingartoymið, at heilin hjá børnunum við ótta fyri tølum, vísti heilt serstøk virkismynstur.
- Sami partur av heilanum, ið ávirkast av at síggja ræðandi støður, eitt nú at síggja eiturkoppar ella slangur, vísti økta ávirkan hjá børnunum við stórum ótta fyri tølum, sigur Vinod Menon, í einum tiðindaskrivi frá Stanford University.
Vita ov líti
Vinod Menon og starvsfelagar hansara halda tað hava verið ov lítil gransking innan ótta fyri tølum.
- Tað er løgið, at hóast hetta fyribrigdið varð staðfest fyri meira enn 50 árum síðani, so hevur eingin spurt, hvussu óttin fyri tølum vísir seg sum nevrologiskur aktivitetur, sigur Vinod Menon.
Fyri at finna fram til, hví tað er so, fekk Vinod Menon 28 dreingir og 18 gentur í sjey til níggju ára aldrinum at luttaka í kanningini. Børnini skuldu svara einum spurnarblaði, ið varð sniðgjørt til at avdúka, hvussu hesi børnini høvdu tað við rokning.
Síðani vóru børnini býtt í bólkar, alt eftir hvussu rædd tey vóru fyri tølum og roknistykkum. Børnini í bólkunum við høgum og lágum ótta fyri tølum, kláraðu seg eins væl í kanningunum av IQ, arbeiðsminni, lesiførleika, rokniførleika og vanligum ótta.
Ólíkir aktivitetir
Tá børnini blivu skannað í heilanum, vísti tað harafturímóti, at heilin hjá somu børnum ávirkaðist ymiskt, tá børnini blivu biðin um at at loysa rokniuppgávurnar.
Tey børnini, ið høvdu stóran ótta fyri tølum, høvdu hægri aktivitet í amygdala, ið er høvuðssentrið hjá heilanum fyri ótta. Tað sama var galdandi fyri hippokampus, ið stýrir innlæring av nýggjum minnum.
Somuleiðis minkaði aktiviteturin í fleiri støðum í heilanum, sum hava við arbeiðsminni og viðgerð av tølum at gera. Tað sá út til, at høgi aktiviteturin í sentrinum fyri ótta var við til at gera virksemi at loysa trupuleikar óvirkið.
Kanska styrkja trupulleikarnir hvør um hvønn: Ótti fyri tølum ger teg verri fyri at loysa roknistykkir, ið aftur økir um óttan hjá tær fyri tølum og líkningum.
- Tú kann ikki bara ynskja tær óttan burtur, sum um hann ikki er veruligur. Okkara toymi hevur staðfest óttan fyri tølum sum veruligan, sansingarávirkandi og støðueyðkendan ótta, sigur Vinod Manon.
Vinod Manon og starvsfelagar hansara meta, at tað er týdningarmikið at kunnu staðfesta og royna at viðgera hetta slagi av ótta í barnaárum.
- Gransking hevur víst, at ótti fyri tølum hevur neiliga ávirkan á rokniførleikarnar, ið hevur óhepna ávirkan á val av yrkisleið, starv og yrkisgongd, skriva granskararnir í tíðarritinum Psychological Science.
Les eisini: 6 útav 10 hava ótta fyri tølum
Kelda: http:Forskning.no