34942d932c069cbc6c67d162f52282e4.jpg
Skriva út
Lagt út: 23.09.2008

Orka úr havinum

Enn eru nøgdirnar av sjógvi í heimshøvunum ikki nóg væl gagnnýttar, tá talan er um at framleiða varandi orku. Í mun til vindorku og sólorku er eisini munandi minni av kanningum og granskingarverkætlanum settar av til at finna útav, hvussu hendan orkukeldan kann gagnnýtast á besta hátt.

Ein av møguleikunum, ið verður kannaður, og sum hevur ment seg seinastu árini er sjóvarfallsorka.

Í apríl mánaði var í Strangford í Írland ein 1000 tons stórur vinnuligur sjóvarfallsorku útvinnari festir á botn. Turbinurnar verða drivnar av sjóvarfallinum eins og vindmyllur av vindi omanfyri vantskorpuna. Konstruktiónin hevur fingið heitið SeaGen.

Roknað verður við, at SeaGen kann framleiða umleið 1,2 megawatt um samdøgri. Hetta svarar til orkunýtsluna hjá eini 800 húsum.


Sjálvt um sjóvarfallsorka er umhvørvisvinarlig eru umhvørvisligir spurningar tengdir at verkætlanini. Eitt nú bera umhvørvisfelagsskapir ótta fyri, at SeaGen kann geva kópum og øðrum livandi skapningum trupulleikar.

Lesið meira á: Research Infomarion Center, har eisini ein stuttur filmur er gjørdur, sum lýsir verkætlanina og møguligu umhvørvistrupulleikarnar.

Ymiskar verkætlanir