Orð um orð í jólakalendaranum
Granskingarráðið fer aftur í ár at hava ein talgildan jólakalendara. Hvønn dag fram til jóla verður eitt orð lýst, sum so ella so hevur samband við gransking, menning og nýskapan.
Orðið 1. desembur er sjálvandi Gransking, sum verður lýst soleiðis:
- Gransking er skipað kanning av tilfari og keldum fyri at staðfesta sannroyndir og nýggjar niðurstøður.
- Gransking er at økja fatanina av okkum sjálvum og heiminum, vit liva í.
- Gransking umskapar okkara gerandisdag, samfelag og umhvørvi.
- Gransking er rannsókn eftir vitan.
- Sí eisini: #hugsan #eygleiðing #spreinging
Jólakalendarin er at finna á Instagram og Facebook síðum okkara. Fylg teimum her: