Open Research Europe (1)
Skriva út
Lagt út: 07.12.2020

Open Research Europe - nýggjur portalur til útgávur

ES-kommisjónin hevur latið upp nýggjan portal til útgávur av vísindagreinum. Open Research Europe tekur ímóti tilfari innan øll granskingarøki.

Tey leita serliga eftir tilfari, sum er komið burturúr verkætlanum við stuðli úr Horizon 2020. Talan kann vera um verkætlanir, sum eru í gongd, ella sum eru lidnar. ES-kommissjónin rindar fyri útgávuna/"arcticle processing charges", sum tí verður ókeypis.

ES kommisserurin fyri gransking og innovatión, Mariya Gabriel, sigur, at Open Research Europe er stórt frambrot fyri stuðulsskipanirnar hjá ES, fyri stuðulsmóttakarar og fyri granskingarumhvørvini sum heild. Nýggi portalurin ger tað møguligt at gjøgnumføra málsetningin um "Open Science".

Á nýggja portalinum er vegleiðing um innlating, krøv og annað.

Vitja síðuna her