1fa6cf8fbea4d17bb8c0d5aa176f83ef.jpg
Skriva út
Lagt út: 07.04.2011

Open Access – Frí atgongd til alment fíggjaða gransking

Open Access miðar ímóti at økja vitanina um alment fíggjaða gransking í samfelagunum við at veita óavmarkaða og ókeypis atgongd hjá brúkarum til granskingarúrslit.
 
Nógv lond hava í dag ein politikk, sum ásetir krøv um, at úrslitini av allari alment fíggjaðari gransking skulu kunngerast alment, tað skal vera full Open Access, tó við fyrivarnum fyri, at úrslitini fyrst kunnu kunngerast í viðurkendum tíðarritum o.l.

Í Føroyum hava vit enn ikki ein yvirskipaðan Open Access politikk, men evnið var umrøtt í sambandi við yvirskipaða granskingarpolitikkin. Hetta verður eitt av økjunum, sum ásetingar skulu gerast um, nú politikkurin verður settur í verk.

Hví Open Access?
Stóra framgongdin innan samskiftistøkni, serliga útbreiðsla á alnetinum, hevur latið upp fyri fleiri nýggjum møguleikum til útbreiðslu av vitan og granskingarháttum. Ein betri nýtsla av teimum nýggju møguleikunum fyri spjaðing av vitan millum granskarar, granskingarstovnar og fyritøkur skapar stórar vakstrarmøguleikar bæði innanlands og úti í verð.

Open Access formliga setast í verk í Danmark
Danmark staðfesti í 2007 niðurstøðurnar hjá Europeiska Ráðharraráðnum ”Scientific information in the digital age: access, dissemination and preservation”. Tí setti Ráðið fyri gransking, tøkni og menning eina nevnd, ið skuldi orða eitt uppskot til, hvussu tilmælini frá ráðharraráðnum skuldu setast í verk.

Open Access nevndin almannakunngjørdi eina fyribils frágreiðing í mai í 2010 til hoyring hjá íognarunum. Úrslitið av hoyringini var 42 hoyringssvar og viðfevnt tilfar til frágreiðingina og víðari tilgongdina.

Les hoyringsbrøv og hoyringssvarini her:
• Hoyringsbræv
Hoyringslisti  
• Hoyringssvar

Ummælissvarini avspegla gjøgnumgangandi ein jaligan hugburð til grundreglurnar handan Open Access, men tað komu eisini fleiri kritisk sjónarmið fram. Tey donsku forløgini, sum geva út tíðarrit, vóru serliga ivingarsom, um nú tað bar til at flyta donsk tíðarrit yvir í Open Access. Harumframt bleiv tað í hoyringssvarunum eisini ivi sáddur um fíggjarkarmarnar til íverksetanina av Open Access.

Við støði í teimum innkomnu hoyringssvarunum hevur nevndin sent sína endaligu frágreiðing ”Tilmælir til íverksetan av Open Access í Danmark – Endaliga frágreiðing frá Open Access nevndini” til vitanarráðharran við tilmæli um íverksetan av Open Access í Danmark. Í niðurstøðunum hjá nevndini sæst, at íverksetanin av Open Access í Danmark kann hava stórar fyrimunir við sær.

Frágreiðingin telur 16 tilmælir til framhaldandi arbeiðið við Open Access – tað er metingin hjá nevndini, at besti vegurin at fara er grøn Open Access, tí tað er kostnaðareffektivt.

Endaliga frágreiðingin hjá nevndini kann lesast her:
• Frágreiðingin: 'Anbefalinger til implementering af Open Access i Danmark'
• Frágreiðingin á enskum: Recommendations for implementation of Open Access in Denmark
 
Framhaldandi arbeiðið
Ráðið fyri Vitan, Tøkni og Menning hevur nú byrjað eitt orðaskifti við útgangsstøði í tilmælunum frá Open Access nevndini. Í hesum samanhanginum verður millum annað hildin ein Open Access-ráðstevna tann 10. juni 2011, har allir høvuðsíognararnir verða bodnir við.

Universitet, granskingarstovnar, forløg, granskarar, granskingarráð, granskingarbókasøvn og fyritøkur hava avgerandi leiklut í at optimera útbreiðsluna av nýggjastu granskingarúrslitunum - tað er nú ein spurningur um, at øll gera sítt til, at Open Access verður íverksett á bestan hátt fyri samfelagið.

Kelda: Forsknings- og Innovationsstyrelsen