Ofta settir spurningar um flytføri í Horizon 2020
Situr tú við spurningum um eitthvørt viðvíkjandi í flytføriskipanini í Horizon 2020, so ber til at leita ráð á heimasíðuni hjá Net4Mobility. Á hesari síðuni verða spurningar og svar úr øllum Evropa løgd út, so hvørt sum svar fyriliggur.
Økini í flytføriskipanini, Marie Sklodowska-Curie Actions, eru at finna í høgra bredda, so tú skjótt og lætt kemur inn á rætt øki.
Felags fyri flytføriskipanina er, at tann sum søkir flytur millum lond antin sum einstaklingur ella sum partur av netverki.
IF stendur fyri Individual Fellowship. IF er fyri royndar granskarar (postdoc). Granskarin finnur sjálvur evni og søkir saman við stovni ella fyritøku. Umsøkjari má ikki hava verið búsitandi ella havt starvsstað í landinum, sum ætlanin er at fara til, í meira enn 12 mánaðir tey seinastu 3 árini, áðrenn søkt verður.
Næsta freist at søkja IF er 14. september 2016
ITN stendur fyri Innovative Training Networks og er ph.d. skúli fyri ‘Early-Stage Researchers’, sum eru 4 fyrstu árini eftir lokna kandidat útbúgving og áðrenn ph.d. prógv. Granskari kann virka í netverkinum í 3 til 36 mánaðir. Tað eru stovnar og fyritøkur, sum skipa fyri og hava ábyrgdina av netverkunum.
Undir ITN eru undirbólkarnir:
ETN – European Training Networks
EID – European Industrial Doctorates
EJD – European Joint Doctorates
Næsta freist at søkja er longu 12. januar 2016 og síðani 10. januar 2017.
RISE stendur fyri Research and Innovation Staff Exchange. Talan er um altjóða samstarv ella netverk – millum økir og sektorar. Umsøkjari nýtist ikki at vera granskari, men skal seinastu 6 mánaðirnir hava luttikið aktivt í granskingarvirkseminum á stovninum, sum sendir viðkomandi út. Og stovnurin skal taka í móti starvsfólkinum, tá RISE tíðarskeiðið er liðugt.
Næsta freist at søkja er 28. apríl 2016.
Net4Mobility er Horizon 2020 verkætlan, sum NCP fólkini á hesum økinum í Horizon 2020 leiða, og sum hevur sum mál at stuðla flytføriskipanini Marie Sklodowska-Curie Actions.
Vitja Net4Mobility her
Leita eftir útboði í Horizon 2020 á Participant Portal her