Oddur vann 2. umfar av teknikapping
Vinnararnir av 2. umfari av teknikappingini, Tekna ein granskara, eru nú funnir. Tær innsendu myndirnar hava ligið á netinum, har møguleiki hevur verið at givið teimum atkvøður. Nú 2. umfar er runnið, so er greitt, at 9 ára gamli Oddur hevur fingið flestar atkvøður. Nummar tvey gjørdist 8 ára gamla Rutt og 8 ára gamla Elsa gjørdist nummar trý.
Vinnaramyndin hjá Oddi myndar ein granskara, sum stendur aftanfyri eitt borð, har ymisk gløs standa á. Á talvuni aftanfyri granskaran stendur ein frymil. Í viðmerking til tekningina, sigur Oddur, at granskarin arbeiðir við at blanda ymisk ting saman til okkurt nýtt.
Teir hepnu vinnararnir fáa bøkur frá Føroya Skúlabókagrunni.
Vinnararnir fáa boð frá Granskingarráðnum fyrsta dagin.
Finn vinnaran av 3. umfari og luttak í 4. umfari
Seinasta freist at lata myndir til 3. umfar er í dag, 2. juni. Seinasti møguleiki at atkvøða fyri myndunum í 3. umfari er 26. juni.
Myndir til 4. umfar kunnu sendast inn til og við 31. august.
Allar myndirnar, sum eru komnar inn til teknikappingina, kunnu síggjast her
Myndirnar frá aktuella umfarinum liggja sum myndarøð, sum til ber at blaða í. Um tú vilt atkvøða ella síggja, hvussu nógvar stjørnur ein mynd hevur fingið, skal tú trýsta á stjørnuna niðast til vinstru. Síðani kanst tú geva hvørjari tekning millum 1 og 5 stjørnur.
Myndirnar frá undarfarnum umførum liggja í mappu í ovasta vinstra horni merkt 1. umfar o.s.fr..