Nýtt útboð innan orku
Europakommissiónin hevur almannakunngjørt eitt nýtt útboð undir serskránni orka (ENERGY) í sjeyndu rammuskránni (FP7).
Arbeiðsætlanin fyri 2008 snýr seg m.a. um hesi evni:
Varandi orkukeldur úr el-framleiðslu
Varandi brenniorka
Vitug orkunetverk (smart energy networks)
Orku sparing og effektivitetur
Fígging verður veitt til Collaborative Projects og Coordination and Support Actions.
Mett verður at samlaða fíggingin til útboðið verður € 147 mio.
Freistin at søkja er 8. oktober 2008