7b5237ed4a0a6278dfdfc3d8b0b33121.jpg
Skriva út
Lagt út: 12.11.2014

Nýtt umsóknarblað og vegleiðing til granskingarstuðul

Komandi freistin at søkja stuðul til gransking verður mánadagin 16. februar 2015 kl. 12.

Til ber longu nú at taka niður oyðublað, vegleiðing og skjal við formligu krøvunum til umsóknir um stuðul á hesi síðuni. GG at umsóknarblaðið og vegleðing eru dagførd í mun til undanfarin ár.

Hetta er treytað av játtan á løgtingsfíggjarlógini. Tað standa 7 mió. kr. í uppskoti til Granskingagrunnin fyri 2015. Hetta er tað sama sum fyri 2014. 

Til ber at venda sær til skrivstovuna hjá Granskingarráðnum við spurningum ella fyri at fáa vegleiðing í sambandi við stuðulsumsóknir. Tel. 567800 og teldupostur gransking@gransking.fo