GRF 2016.jpg
Skriva út
Lagt út: 12.05.2021

Nýtt starv í Granskingarráðnum

Granskingarráðið lýsir eftir starvsfólki til nýstovnað starv.

Í sambandi við stovnan av einum nýggjum strategiskum ráði fyri gransking, menning og nýskapan er eitt akademiskt fulltrúastarv leyst at søkja. 

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan er ásett í lógini um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan, sum kom í gildi 1. januar 2021. Tað kemur í staðin fyri Vísindaráðið, sum virkaði í nøkur ár sambart undanfarnu lógini um gransking.

Í næstum fer Uttanríkis og Mentamálaráðið at lýsa eftir uppskot til limir í strategiska ráðið.

Nýggja starvsfólkið kemur at samskipa arbeiðið fyri Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan og at arbeiða við einum fjølbroyttum úrvali av uppgávum á teimum økjum, ið Granskingarráðið umsitur.

Høvuðsuppgávurnar eru at:

- samskipa arbeiðið hjá og gera frágreiðingar fyri Ráðið
- savna og skipa hagtøl um gransking, menning og nýskapan
- miðla týdningin av gransking, menning og nýskapan
- vera partur av toyminum í innlendis og altjóða arbeiðinum hjá Granskingarráðnum.

Umsóknarfreistin er 14. juni. Sí alla starvslýsingina her