cf9862fa4b0d63638c734e2ce2f7a7e5.jpg
Skriva út
Lagt út: 25.02.2010

Nytrur til álvara og gamans

Havstovan hevði gjørt eina plakat um nytrur til Vitan á skák.  Her var greitt frá, at nytrur vísa aldurin á fiski, eins og árringar í einum viðarbuli.

Álvara
Allir beinfiskar, so sum toskur og hýsa, hava nytrur; tvær stórar nytrur og fleiri smáar. Nytrurnar sita í eini holu inni í høvdinum, sum er full av vesku. Fiskurin nýtir nytrurnar at hoyra við og til at halda javnvágini (balansera við). Bróskfiskar, sum t.d. hávar og skøtur, hava ongar nytrur.

So hvørt sum fiskurin veksur, vaksa nytrurnar eisini. Tær vaksa lítið um veturin, og tá sæst vøksturin á nytruni sum ein myrkur ringur. Um summarið vaksa tær meira, og tá sæst vøksturin sum ein ljósur ringur. Sostatt leggjast tveir ringar aftrat hvørt árið. Við at telja allar teir myrku ringarnar, fæst at vita, hvussu gamal fiskurin er.

Fleiri túsund nytrur verða aldurslisnar á hvørjum ári á Havstovuni. Orsøkin er, at aldurin er sera týdningarmikil at kenna, tá vit skulu rokna út, hvussu stórir fiskastovnarnir eru.

Ymiskt er, hvussu stórar nytrurnar eru í mun til fiskin, og hvussu tær eru skaptar. Myndin í erva vísir nytrur frá ávikavist stóra kongafiski (53 cm), havtasku (52 cm) og hýsu (52 cm).

Gaman
Nytur í hendi kallaðst spæl við nytrum, sum var púra vanligt fyrr, men sum nokk ikki er so kent longri. Her er uppskrift sum vit hava fingið frá Havstovuni. Spælið stendur eisini í bókini Føroysk Barnaspøl hjá Mariusi Johannesen frá 1979.