297b6d9b7b35e2ebdce4b06302e1b449.jpg
Skriva út
Lagt út: 27.05.2009

Nýskapan í FP7

Nýskapan fer fram í bæði smærri og størri fyritøkum. Her ber til at lesa um, hvussu donsku fyritøkurnar Novozymes, Noliac og Ohmatex hava sæð møguleikar í at fáa peningaligan stuðul úr FP7 fyri at granska og menna sínar vørur.

Hjá Ohmatex arbeiða tey við at framleiða verndarbúnar fyri at betra arbeiðskorini hjá teimum, ið arbeiða á havinum. Hjá lítlu fyritøkuni Ohmatex vita tey, at góð hugskot kunnu gera mun, og at nýskapan og menning ikki koma av sær sjálvum. Les meira her.

Hjá Novozymes verður granskað innan bioethanol. Novozymes luttekur í stórari, altjóða verkætlan, hvørs úrslit eftir ætlan skal vera bíligari bio-brenni. Les meira her.

Hjá Noliac arbeiða tey við at framleiða billutir til til altjóða marknaðin. Eisini hendan fyritøkan er við í altjóða menningarsamstarvi bilar við tí endamáli at minka um larm og stoytir í bilum, uttan at bilarnir av hesi orsøk gerast nógv tyngri. Les meira her.