Nysgjerrigper - um streym, vaksinur og mikroplast
Í Nysgjerrigper 3-2019 eru greinar um, hvat vit skulu gera við mikroplasti, um týdningin av vaksinum, um avbjóðingina við at gera streym til allar bilarnar og um at veðurlagsbroytingar. Serliga verður gjørt burturúr, at tað eru 50 ár síðani mánalendingina.
Sum vant eru eisini plakatir, uppskriftir til ymsar royndir, krossorð og annað í blaðnum.
Tað er Norges Forskningsråd, sum gevur Nysgjerrigper út. Granskingarráðið fær blaðið ókeypis og sendir tað til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Blaðið verður eisni sent bókasøvnum og øðrum.
Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo
Blaðið kann eisini takast niður frá nysgjerrigper.no