Nysgjerrigper - søgur úr svarta skúlanum
Í Nysgjerrigper 4-2018 eru fleiri áhugaverdar greinar, sum kunnu nýtast í undirvísing.
Ein grein er um revsing í fólkaskúlanum í 1800talinum. Søgan byggir á tilfar úr býarsavninum í Oslo og tða eru ikki hissini søgur at lesa.
Ein onnur grein er um sengurnar hjá sjimpansum og fólki, har granskarar hava samanborið, hvørjar sengur eru reinast.
Eisini er grein, er um at fólk kanska fara at eta grashoppur og vespur heldur enn kjøtfrikadellur.
Aðrar greinar eru um dinosaurar og snarljós.
Sum vant eru eisini plakatir, uppskriftir til ymsar royndir, krossorð og annað í blaðnum.
Tað er Norges Forskningsråd, sum gevur Nysgjerrigper út. Granskingarráðið fær blaðið ókeypis og sendir tað til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Blaðið verður eisni sent bókasøvnum og øðrum.
Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo
Blaðið kann eisini takast niður frá nysgjerrigper.no