02f2f09bba1676f764c29352d1a01b0e.JPG
Skriva út
Lagt út: 28.11.2014

Nysgjerrigper 4/2014 komið

Fjórða og seinasta útgávan í ár av Nysgjerrigper, norska vísindablaðnum fyri børn, er send øllum fólkaskúlum í landinum.

Evnið hesaferð er nýskapan. Millum annað eru søgur um, hvussu granskarar hava bygt robottar, sum hava líka gott arbeiðslag sum termittur, søgur um serligar básar til grísar, so ungarnir ikki verða kroystir av tungu mammunum, um royndir við at gera kunstigt agn og um at sólcellur nú fáast tynri enn plastfilmur. Eisini eru hugskot til endurnýtslu av plastfløskum.

Sum vant eru plakatir, spurningar, uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum.
Tað er Norges Forskningsråd, sum gevur Nysgjerrigper út. Granskingarráðið fær blaðið ókeypis og sendir tað til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo

Til ber eisini at taka hesa og undanfarnar útgávur av blaðnum niður her