Nysgjerrigper 3/2011 sent skúlunum
Visti tú, at tungan á bláhvali kann vera líka so stór sum ein fílur?
Ella at vindurin á Saturn kann vera heilt upp í 1800 km/t, ella 500 m/s?
Og at vanligasta navnið í heiminum er Muhammed?
Hetta og nógv annað stendur at lesa í nýggjasta blaðnum Nysgjerrigper, sum Granskingaráðið júst hevur sent skúlunum.
Temaið hesaferð er evnafrøði. Her eru ymsar greinar, t.d. ein um, hvat er í matpakkunum hjá børnum í skúlanum. Sum vanligt eru eisini uppgávur, plakatir o.a.
Granskingarráðið sendir Nysgjerrigper blaðið til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo
Til ber eisini at taka hetta blaðið og undanfarnar útgávur niður her