Nysgjerrigper 2/2014 sent øllum skúlum
Onnur útgávan í 2014 av norska vísindablaðnum fyri børn, Nysgjerrigper, er júst komin.
Í ár eru 200 ár liðin síðan Noreg fekk sína grundlóg og tí er evnið í blaðnum hesaferð fólkaræði. Umframt at lesa áhugaverdar og stuttligar greinar um, hvussu Noreg fekk fólkaræði og hvat fólkaræði er fyri nakað, so kanst tú eisini lesa um eiturkoppar, hvussu tú fangar teir og eisini er eitt atlas yvir ymisk sløg av eiturkoppum.
Sum vant eru plakatir, spurningar, uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum.
Granskingarráðið sendir Nysgjerrigper blaðið til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo
Til ber eisini at taka hesa og undanfarnar útgávur av blaðnum niður her