Nysgjerrigper 2/2012 sent øllum skúlum
Onnur útgávan í 2012 av norska vísindablaðnum fyri børn, Nysgjerrigper, er júst komin.
Í blaðnum verður m.a. spurt um tú visti, at ein fílur kann drekka 200 litrar av vatni um dagin? Og at tað er rúm fyri meira enn 1 millión jørðkúlum inni í sólini? Og at sebrair hava ymsar strípur, eins og fingramerki hjá fólki?
Greinarnar hesaferð eru millum annað um dinosaurar og surikattar, og um fjarhita frá eini brennistøð,
Eins og áður eru eisini plakatir, spurningar, støddfrøði uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum.
Granskingarráðið sendir Nysgjerrigper blaðið til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo
Til ber eisini at taka hesa og undanfarnar útgávur av blaðnum niður her