Nysgjerrigper 1/2014 sent øllum skúlum
Fyrsta útgávan í 2014 av norska vísindablaðnum fyri børn, Nysgjerrigper, er júst komin.
Í blaðnum hesaferð kanst tú millum annað lesa um eitt evni, ið kann fáa hol at hvørva og um, at hundar kunnu lukta krabbamein í lungunum. Umframt hetta eru eisini áhugaverdar greinar um skattaveiðu í ísinum í norsku fjøllunum og um teknmál er eitt og sama mál ella um tað hevur ymiskar dialektir eins og talumál.
Sum vant eru plakatir, spurningar, uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum.
Granskingarráðið sendir Nysgjerrigper blaðið til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo
Til ber eisini at taka hesa og undanfarnar útgávur av blaðnum niður her