f10c9e0ab924cc9995dc6cbd622deac6.jpg
Skriva út
Lagt út: 17.01.2012

Nysgjerrigper 1/2012 komið

Fyrsta útgávan í 2012 av norska vísindablaðnum fyri børn, Nysgjerrigper, er júst komin. Greinarnar hesaferð eru millum annað um, hví okkum ikki dáma úlvar og hví summi ikki fáa umfarssjúkur eins ofta og onnur. Ein grein er um møguleikan fyri at gera ein flótandi tunnil millum Evropa og Amerika.

Eins og áður eru eisini plakatir, spurningar, støddfrøði uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum.

Granskingarráðið sendir Nysgjerrigper blaðið til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo  

Til ber eisini at taka hesa og undanfarnar útgávur av blaðnum niður her