Nýhugsan: Møguleikar og avbjóðingar við jarðhita sum orkukeldu í Føroyum
Áhugabólkurin Nýhugsan hevur gjørt samrøðu við Janu Ólavsdóttir og Una Árting, ið starvast hjá Jarðfeingi. Tey tosa um, hvørjar avbjóðingar og møguleikar eru við jarðhita, hvat orkan í undirgrundini kann brúkast til og hvønn leiklut Jarðfeingi hevur í samband við gransking og vitan á økinum. Samrøðan sæst her
Nýhugsan er ein áhugabólkur um tøkni innan varandi orkuframleiðslu, orkusparingar og alternativar orkukeldur til ferðslu og flutning. Endamálið er at miðla tøkniligu framgongdina innan hesi øki, og verður hetta gjørt umvegis heimasíðuna nyhugsan.fo og YouTube-rásina hjá Nýhugsan.
Fólkini handan Nýhygsan siga, at føroysk gransking innan varandi orkukeldur er eitt av evnunum, sum hevur teirra áhuga. Tí er nýggjasta innslagið um geotermiska orku og hvussu hendan kann gagnnýtast best.
Eitt fjølbroytt úrval av innsløgnum er at finna, og javnan leggjast nýggj afturat á YouTube-rásini. Hesi verða eisini deild á Facebook síðu teirra