f202b98116b29bd7bc61a37a6d5975bb.JPG
Skriva út
Lagt út: 15.11.2011

Nýggjur portalur um norðurlendska gransking

Í dag er er enski tíðindaportalurin ScienceNordic.com latin upp. Hetta er ein óheftur portalur, sum Videnskab.dk og Forskning.no standa fyri í samstarvi við partar í øllum norðurlondum.

Portalurin fer at hava tíðindi frá øllum vísindagreinum um bæði stórt og smátt. Bygt verður á tær tíðindatæanstur sum longu eru frammanundan. NordForsk hevur veitt stuðul til verkætlanina.

Málbólkurin er kring allan heim: granskarar, studentar, vinnulívið, nýskapanar bólkar, altjóða stovnar og miðlar – og annars øll við áhuga fyri gransking.

Ætlanin er eisini at hava tíðindir úr Føroyum við á nýggja portalinum.

Les meira um stigtakararnar til ScienceNordic.com