H2020 (1)
Skriva út
Lagt út: 12.12.2018

Nýggjur Horizon2020 portalur

Participant Portal er nú komin í nýggjum hami, sum verður nevndur Funding and Tenders Portal.

Funding og Tenders portalurin inniheldur allar stuðulsmøguleikar hjá Evropasamveldinum, sum eru ásettir í ymsu rammuskráunum. Í mun til Horizon2020 er neyðugt at sálda frá og leita fram útboðini fyri Horizon2020.

Innihaldið á Funding og Tenders portalinum er tað sama sum higartil, tó at leitihátturin er broyttur. Portalurin sæst her

Øll arbeiðsprogrammini fyri 2019 og partvís fyri 2020 liggja her

Á portalinum er nýggjur Partner Search møguleiki settur undir hvørt útboð. Her ber til at leita eftir øðrum, sum eisini ynskja at søkja í sama evni. Eisini ber til at leggja út eina leiting eftir samstarvspørtum. Vegleiðing um, hvussu tín stovnur kann leggja út eitt Partner Search, fæst við at rita inn og sæst her

Gev gatur at SME Instrument fasa 1 steðgar

SME Instrument 1 er fyrsta fasan, har fyritøka kann søkja um stuðul áljóðandi 50.000 evrur til tekniska forkanning og marknaðarkanning av nýggjari framleiðslu.

Ætlar tín fyritøka at søkja um stuðul úr SME Instrument 1, so hevur ES kommissiónin nú alment boðað frá, at hesin møguleikin steðgar miðskeiðis í 2019. Tvs. at roknast kann ikki við fleiri enn 2 til 3 umsóknarumførum afturat, hetta er uttan mun til hvat stendur í arbeiðsprogramminum ella á portalinum.

Eru spurningar ella ivamál eru tit vælkomin at venda tykkum til Granskingarráðið, Maria Húsgarð tel: 567802.