febb10ea05526a14b76a4d749f4392eb.png
Skriva út
Lagt út: 14.12.2016

Nýggj UNESCO nevnd tilnevnd

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur nú sett nýggja, føroyska UNESCO nevnd.

Í nýggju nevndini eru:
Sigurð í Jákupsstovu, formaður, rektari á Fróðskaparsetri Føroya
Annika Sølvará, stjóri, Granskingarráðið
Andras Mortensen, stjóri Søvn Landsins
Liljan Weihe, tíðindaleiðari, Kvf
Barbara Gaardlykke Apol, nevndarlimur í NUF og forkvinna í SU
Margretha Jacobsen, fulltrúi, umboð fyri UVMR

Nevndarlimirnir, ið umboða nevndir, ráð og stovnar innan virkisøkið hjá UNESCO, verða valdir fyri 4 ár í senn.

Í frágreiðing um virksemið hjá føroysku UNESCO nevndini 2012-2016, varð víst á, at tey ungu eru ein týðandi liður í UNESCO samstarvinum, eitt nú í Youth Forum, har heimsins ungu annað hvørt ár hittast í sambandi við aðalfundin í Paris.

Nevndin mælti tí til, at eitt umboð fyri tey ungu fær sæti í føroysku UNESCO nevndini, og millum nýggju nevndarlimirnar er Barbara Gaardlykke Apol, sum er nevndarlimur í Norrøna Ungmannafelag Føroya og forkvinna í Sosialistisk Ung.

Fyrsta føroyska UNESCO nevndin varð sett í sambandi við norðurlendska UNESCO fundin, ið var í Føroyum í mai 2012.

Annika Sølvará, Liljan Weihe og Barbara Gardlykke Apol eru nývaldar, hini hava sitið eitt skeið.

Sambært reglunum er endamálið hjá nevndini at fremja UNESCO arbeiðið í Føroyum, at virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum í UNESCO málum og hjá føroysku sendinevndini á aðalfundinum hjá UNESCO. Harafturat skal nevndin virka sum bindilið millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.