a6be7d0110772a4212fb0bb2aeebb3ca.jpg
Skriva út
Lagt út: 31.08.2010

Nýggj tøkni kann steðga epilepsi tilburðum

Granskarar á Universitetinum í Aalborg hava, sum teir fyrstu í heiminum funnið útav einum hátti, at staðfesta um ein epilepsi tilburður er á veg heili 80 sekund, áðrenn sjálvan tilburðin. Hetta skriva fleiri danskir miðlar.

Granskararnir hava gjørt royndir við rottum, so enn er eitt fitt petti á mál til úrslitini kunnu nýtast til menniskju. Men kanningarúrslitini eru sera lovandi, siga granskararnir.

- Men vit vita eisini, at slíkar royndir altíð eru øðrvísi á djórum, tí er næsta stig at gera royndir við menniskjum, so vit kunnu avgera, um hátturin kann geva epileptikarum eina betri fyribyrgjandi viðgerð, sigur Nico RijHoff, lektari við Center for Sanse-Motorisk Interaktion, Aalborg Universitet, sambært Ritzau.

Granskararnir halda nevniliga, at við hesi nýggju vitanini, so er møguleiki at stimulera eina nerv í hálsinum við elektriskum stoyti, soleiðis at tilburðirnir ikki verða so álvarsligir ella ikki henda.