Nýggj røð um gransking í KVF
Mikudagin 2. november var fyrsta sendingin í røð um gransking í útvarpinum undir heitinum Gaïni &. Tað er Sigri M. Gaïni, sum er vertur í sendingini. Hon fer at hava samrøðu við ymiskar granskarar um, hvørjum teir granska í og hvørjar tankar teir gera sær um yvirskipaðu uppgávuna, sum gransking hevur í samfelagnum.
Fyrsta sendingin kallaðist Gaïni & Skaalum Petersen, har gesturin var Maria Skaalum Petersen, ph.d. og lektari á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya.
Maria greiddi frá, hvørjum hon granskar í í løtuni og hvussu gerandisdagurin hjá einum granskara sær út. Eisini hugleiddi hon um yvirskipaða leiklutin hjá granskingarheiminum og um alstóra týdningin, sum gransking hevur fyri samfelagið.
Sendingin kann hoyrast her
Gestir í komandi tveimum sendingunum verða Sjúrður Hammer, ph.d. og granskari á Umhvørvisstovuni, og Thomas Hylland Eriksen, professari á Sosialantropologisk Institut á Universitetinum í Oslo.
Eftir ætlan koma í minsta lagi 3 gestir afturat omanfyrinevndu í vetur.