Nýggj Master útbúgving um matframleiðslu úr havinum
DTU skipar saman við fleiri norðurlendskum universitetum fyri nýggjari Nordic Master útbúgving, sum má metast at vera sera áhugaverd fyri føroysk lesandi og vinnulív.
Útbúgvingin kallast “Aquatic Food production – Safety and Quality”, stytt AQFood. Hon er ætlað norðurlendskum og øðrum lesandi, sum hava Bachelor útbúgvingar innan eitt nú evnafrøði, lívfrøði, umhvørvi, heilsu og framleiðslu og sum eru áhugað í at útbúgva seg á Master stigi innan matframleiðslu úr havinum.
Útbúgvingini er skipað til lesandi, sum ætla at arbeiða t.d. í alivinnu, íðnaðarmatframleiðslu og tilfeingisfyrisiting. Ætlanin er at viðgera alla virðisketuna og hyggja at evnum sum búskapi, framleiðslustýring og umhvørvisspurningum.
Umsóknarfreistin til nýggju útbúgvingina er 15. januar 2012.
Móttøka við kunning um útbúgvingina verður á DTU, Kgs. Lyngby, 16. desember frá kl. 13 til 15.
Les meira um útbugvingina, um freistir og treytir á www.aqfood.org