Nýggj handbók til útlendskar granskarar
Granskingarráðið hevur givið út nýggja handbók til útlendskar granskarar, ið umhugsa at flyta til Føroya at granska ella longu eru komnir til landið.
Í handbókini er kunning um millum annað arbeiðsloyvi, familjuviðurskifti, bústað, málskeið, skatt og føroyska mentan og samfelagsviðurskifti og føroyska granskingarlandslagið.
Handbókin, ið er á enskum, varð fyrstu ferð givin út í 2014 og er nú dagførd og sett upp av nýggjum.
Nýggja útgávan av A Foreign Researcher´s Guide to the Faroe Islands kann takast niður á føroyska EURAXESS portalinum. Leinki er her