c57414fea90a79ae1297007265f28ad5.jpg
Skriva út
Lagt út: 28.10.2003

Nýggj hagtøl um gransking í Føroyum

Granskingarráðið hevur tikið stig til at nýggj hagtøl verða gjørd um gransking, menning og nýskapan innan alment og privat virksemi í Føroyum.

Arbeiðið er skipað sum ein verkætlan. Arbeiðið byrjaði í oktober 2003 og verður liðugt síðst í 2004. Heini Hátún er settur sum leiðari av verkætlanini. Heini er 32 ár og hevur MSc frá London School of Economics. Hann hevur eisini arbeitt innan KT-økið bæði uttanlands og her heima. Arbeiðstaður fyri verkætlanina er Hagstova Føroya.

Sum tað eisini framgongur aðrastaðni á heimasíðuni hevur Granskingarráðið gjørt uppskot til ein framskygdan og málrættaðan granskingarpolitikk fyri Føroyar. Hugsjónin skilgreinar innihaldið í føroyskari gransking, menning og nýskapan, og granskingin er býtt í seks høvuðspartar við ítøkiligum undirevnum. Fyri at skapa eitt granskingarpolitiskt grundarlag at arbeiða út frá, er neyðugt at gera greitt hvussu støðan er í dag við álítandi, heildarumfatandi og altjóða sambæriligum hagtølum.

Hagtølini skulu veita Granskingarráðnum og samfelagnum sum heild neyðuga faktuella vitan og skjalfestan um granskingarvirksemið í Føroyum. Henda vitan skal virka sum grundarlag soleiðis, at Granskingarráðið betur kann veita málrættaða granskingarpolitiska ráðgeving um framtíðar virki á økinum. Eisini verður møguligt at eftirmeta tað virksemi sum til eina og hvørja tíð er á økinum við skilagóðum millumbilum. Dentur verður lagdur á at sammeta gransking, menning og nýskapan í Føroyum við tilsvarandi virksemi uttanlands. Tí verða hagtølini framleidd eftir altjóða OECD standardi fyri høvuðsøkini; gransking og menning (R&D), og nýskapan (innovation).