Firouz Gaini Professari
Skriva út
Lagt út: 13.03.2023

Nýggj grein um pápar í Føroyum

Granskingarverkætlanin hjá Firouz Gaini, professara, sum kannar broytingar í familjumynstrinum í Føroyum sæð úr sjónarhorninum hjá føroyskum monnum, hevur kastað nýggja vísindaliga grein av sær.

Greinin lýsir og greinar spurningin um samansettu leiklutirnar og samleikarnar, sum pápar í Føroyum hava í dag. Hon tekur støði í empiriskum tilfar úr etnografiskari kanning, har samrøður hava verið gjørdar við pápar kring landið. Greinin viðger spurningin um sokallaða “nýggja mannin”, sum altjóða maskulinitetsgransking síðstu árini hevur arbeitt nógv við.

Er føroyski pápin “modernaður” ella “siðbundin” ella nakað heilt annað? Ella bæði í senn?

Endamálið er at endurtulka ráðandi fatanir av pápaleiklutinum við støði í empiriskum rannsóknum av samskiftinum og samspælinum millum lokal mentanarlig virði og altjóða rák í politiskum og vísindaligum diskursum. Greinin umboðar eitt antropologisk íkast til almenna kjakið um mentan, familjulív, kyn og maskulinitet í einum lítlum samfelagi í broyting.

Firouz Gaini hevur skrivað hesa greinina, men fleiri aðrir granskarar hava verið knýttir at granskingarverkætlanini, t.d. Jónleyg Djurhuus, Sunniva B. Vang, Runa Preeti og Gunnhild Persson.

Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanina.

Greinin hevur heitið “You Just Throw Yourself Into It”: On fatherhood and family in the Faroe Islands og er prentað í tíðarritinum Kritisk Etnografi.

Lesið greinina her.

Kunning um aðrar nýggjar útgávur hjá Firouz Gaini er at finna á akademiska vanga hansara á pure.fo - her.