Nýggj grein um miðlalandslagið í Føroyum, Grønlandi og Íslandi
Í hvønn mun líkjast miðlarnir í Føroyum, Grønlandi og Íslandi, og í hvønn mun er talan um ymisk miðlalandsløg, sum eru myndað av ymiskum søguligum fortreytum? Hvussu eru miðlarnir í Útnorði øðrvísi enn miðlarnir í teimum stóru, norðurlendsku londunum? Og hvønn týdning hevur stødd og fólkatal í mun til journalistikk og miðlaframleiðslu?
Hesir spurningar mynda nýggja, javnlíkametta vísindaliga grein um miðlalandslagið í Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Heini í Skorini, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, og Rógvi Olavson, vísindaligt hjálparfólk á somu deild, hava skrivað greinina saman við Signe Ravn-Højgaard á universitetinum í Grønlandi og Valgerður Jóhannsdóttir og Ragnar Karlsson á universitetinum í Reykjavík. Greinin er givin út í tíðarritinum Nordicom Review. Nordicom er norðurlendskur granskingardepil á universitetinum í Göteborg, sum framleiðir nýggja gransking um miðlar og samskifti í Norðurlondum.
Greinin kannar m.a., hvørjar søguligar umstøður hava slóðað fyri teimum miðlum, sum í dag virka í Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Eitt dømi er søguligi týdningurin av politisku flokkunum. Tjóðskaparstríðini í Føroyum og Íslandi høvdu við sær, at vit fingu flokspolitisk bløð og eina politiska pressu, men í Grønlandi vóru miðlarnir stovnaðir av donskum myndugleikum, og Grønland fekk ikki sínar egnu flokkar fyrr enn í sjeytiárunum. Tí fingu Føroyar og Ísland eina politiska pressu, men ikki Grønland.
Eitt annað evni er spurningurin um privatan miðlastuðul. Sambært ávísum teorium um miðlar átti almenni miðlastuðulin at verið størri, jú minni marknaðurin er. Men almennur miðlastuðul til privatu miðlarnar kom nógv fyrr og hevur verið nógv størri í teimum stóru, norðurlendsku londunum samanborið við bæði Føroyar og Ísland. Úrslitið er, at íslendski og føroyski miðlamarknaðurin hevur verið millum teir minst reguleraðu yvirhøvur í Norðurlondum.
Greinin kann frítt lesast her
Enskur samandráttur
”This study compares the media systems of the West Nordic countries, namely the Faroe Islands, Greenland, and Iceland. All three countries are democratic welfare states with considerable institutional transfer from the larger Nordic countries. It is argued that the West Nordic media systems fit into the “Nordic model” when it comes to the perception of media as cultural institutions as well as the central role of public service media. On the other hand, the micro-size of the media systems in the West Nordic countries makes them vulnerable, and makes editorial independence more difficult compared with their larger Nordic neighbours. In particular, media outlets within these micro-size media systems seem more susceptible to clientelism, and journalists seem more inclined towards self-censorship. This article highlights how interplay between small size and distinct local factors shape the media system in each of the West Nordic countries.”