Nýggj grein um autismu í Føroyum
Ein granskarabólkur úr Føroyum, Svøríki, Skotlandi og Fraklandi hevur júst fingið grein í altjóða tíðarritið Journal of Autism and Developmental Disorders. Greinin, sum byggir á kanning av autismu millum 15-24 ára gomul í Føroyum, ber heitið: The Rising Prevalence of Autism: A Prospective Longitudinal Study in the Faroe Islands og kann lesast her.
Í 2002 varð gjørd ein umfatandi kanning av øllum 7-16 ára gomlum børnum í Føroyum fyri at finna tey, sum hava ASD (autism spectrum disorder). Í 2009 varð farið afturumaftur og somu árgangir (nú 15-24 ár) vóru kannaðir aftur av nýggjum fólkum fyri at eftirkanna fleiri viðurskifti, m.a um nakrir tilburðir manglaðu í 2002, og serliga um tað vóru gentur, sum ikki vóru funnar í 2002.
Í upprunaligu kanningini vóru staðfestir 43 tilburðir, 36 dreingir og 7 gentur. Í 2009 kanningini vóru funnir 24 tilburður afturat, 13 dreingir og 11 gentur. Hetta byggir undir tesuna, at tað hevur verið truplari at staðfesta autismu hjá ungum gentum.
Rithøvundarnir eru Eva Kočovská, Rannvá Biskopstø, I. Carina Gillberg, Ása Ellefsen, Hanna Kampmann, Tormóður Stórá, Eva Billstedt og Christopher Gillberg. Føroysku granskararnir arbeiða á Psykiatriska Deplinum og á Sernámi og samstarva við Ílegusavnið um verkætlanina.
Verkætlanin er m.a. stuðlað úr Granskingargrunninum. Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum.