2b3278baf3acd20a2765572ec8dfc8d5.jpg
Skriva út
Lagt út: 12.09.2011

Nýggj Granskingarnevnd tilnevnd

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur í dag sett Granskingarnevndina, sum skal stjórna Granskingargrunninum komandi trý árini.Tíðarskeiðið hjá Granskingarnevndini, sum hevur sitið síðan 2008, var úti í summar.

Í Granskingarnevndini, sum stjórnar Granskingargrunninum, sita 7 limir. Nevndarlimirnir skulu hava skil fyri tí strategiska týdninginum, sum granskingin hevur fyri samfelagið, ella hava granskingarførleika.
Granskingarnevndin eigur at ráðgeva landsstýrinum og vinnulívinum í granskingarpolitiskum spurningum, og hon skal eisini leiðbeina og ráðgeva granskarum í granskingarspurningum.

Limirnir í Granskingarnevndini eru nú hesir:
• Martin Zachariassen, formaður, tilnevndur av landsstýriskvinnuni í mentamálum
• Kirsten Brix, tilnevnd av landsstýriskvinnuni í mentamálum
• Marita Rasmussen, tilnevnd av Føroya Arbeiðsgevarafelag
• Erland Viberg Joensen, tilnevndur av Løntakarafeløgunum
• Jákup Mørkøre, tilnevndur av landsstýrismanninum í vinnumálum
• Guðrið Andorsdóttir, tilnevnd av landsstýrismanninum í heilsumálum
• Hans Jákup Joensen, tilnevndur av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum 

Mentamálaráðið hevur tilnevnt Martin Zachariassen, Ph.D. og dr.scient, professara og instituttleiðara fyri DIKU (Datalogisk Institut við Københavns Universitet) til formann eitt skeið afturat.

Trý fólk eru eru nývald, tey eru Kirsten Brix, Jákup Mørkøre og Guðrið Andorsdóttir. Tey koma inn  fyri Mariu Dam, Janet F. Johannesen og Sigurð Ó. Vang. 

Granskingarnevndin skipar seg við næstformanni millum hinar seks limirnar.