76c3d9dce96ec23504cdd551139f1de9.jpg
Skriva út
Lagt út: 26.05.2013

Nýggj framsýning: Tjóðsavn – mentan og náttúra

Fríggjadagin 24. mai lótu Søvn Landsins upp nýggja framsýning í hølunum í Brekkutúni í Hoyvík.

Framsýningin er um náttúruna og mentanina í Føroyum. Tey, sum hava gjørt hana eru Náttúrugripasavnið og Fornminnissavnið, sum hoyra til Søvn Landsins, og Jarðfrøðisavnið, sum liggur undir Jarðfeingi. Heitið á nýggju framsýningini er Tjóðsavn – mentan og náttúra.

Framsýningin er ein týðandi liður í nýskipanini av tí museala virkseminum hjá landinum, har málið er at menna samskiftið við skúlar og aðrar brúkarar eins og almenningin annars.

Fríggjamorgunin var móttøka, har Bjørn Kalsø landsstýrismaður helt røðu og lat framsýningina upp. Hinir røðararnir vóru Andras Mortensen, stjóri fyri Søvnum Landsins, Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi, og Erland Viberg Joensen, savnvørður og samskipari av arbeiðinum við nýggju framsýningini.
 
Samstundis sum nýggja framsýningini lat upp, kom ársfrágreiðingin hjá Søvnum Landsins fyri 2012. Hon kann lesast her og fæst eisini í prentaðari útgávu við at venda sær til stovnin.