Nýggj frágreiðing um pápar og familjulív
Nýggj frágreiðing er komin um kanning av gerandislívinum, virðunum og familjuviðurskiftunum hjá monnum í Føroyum
Hendan frágreiðingin er partur av granskingarverkætlanini Faðirskapur í broyting? Kanning av gerandislívinum, familjuviðurskiftunum og maskulinitetinum hjá monnum – tvørtur um tvey ættarlið (2019-2022), sum Firouz Gaini, professari í antropologi á Søgu- og Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya, samskipaði.
Frágreiðingini Pápar og familjulív í Føroyum 2022 leggur fram úrslitini av landsumfatandi spurnakanning, sum varð gjørd í februar/mars 2022.
Spurnakanningin, sum varð gjørd í samstarvi við fyritøkuna Lóður, umboðar tann kvantitativa partin av granskingarverkætlanini. Vónin er, at kanningin kann birta upp undir (granskingargrundað) kjak um foreldur, familjulív og javnstøðu í Føroyum í dag.
Kanningin kann lesast her.
Lurtið eisini eftir samrøðuni, sum Kringvarp Føroya í fjør hevði við Firouz Gaini um granskingarverkætlanina her.
Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini. Sí lýsing av verkætlanini á pure.fo
Kelda: setur.fo