Botndjórafjølbroytni
Skriva út
Lagt út: 17.10.2020

Nýggj frágreiðing um botndjórafjølbroytni

Fiskaaling sigur frá, at lunnar nú eru lagdir undir arbeiðið at staðfesta, hvussu tann náttúrliga vistfrøðiliga støðan, t.e. baseline, er í mund til botndjór í føroysku firðunum. 

Slík grundleggjandi vitan um føroysku firðinar er alneyðug, eitt nú í sambandi við árinsmetingar, tí slíkar metingar kunnu einans gerast í mun til hvussu nógv botnurin er broyttur í mun til náttúrligu støðuna, sokallað baseline.

Flest øll lond hava leingi havt ásett baseline, eitt nú sambært Vatnrammudirektivinum (WFD) hjá ES, sum sigur, at øll limalond skulu kenna vistrøðiligu støðuna í øllum vatnøkjum, t.e. áir, vøtn, firðir v.m., við tí endamáli at verja hesi øki. Vistfrøðiliga støðan skal, sambært samtyktini, metast út frá lívfrøðiligum, hydromorphologiskum og fysiskum/evnafrøðiligum kanningum á vatnøkjunum, og síðan, alt eftir hvussu nógv kanningarnar víkja frá baseline, flokkast sum antin:

  1. sera góð, 2. góð, 3. tolulig, 4. vánalig, ella 5. sera vánalig.

Í ES-samtyktini er ásett, at vistfrøðiliga støðan skal í minsta lagi kunna flokkast sum góð, og um vistfrøðiliga støðan er verri, skulu tiltøk setast í verk fyri at røkka hesum flokki.

Í sambandi við lívfrøðiligu kanningunum, verða kanningar av botndjórum nýtt. Botndjór liva lutfalsliga leingi og eru støðuføst (stationær), og hava tí ikki møguleika at rýma undan einari møguligari dálking eins og flytfør djór. Summi botndjór eru tó meiri mótstøðufør (tolerant) og klára at liva í einum møguligum dálkaðum botni í langa tíð, meðan onnur eru meiri viðkvom (sensitiv) og vilja hvørva. Hettar merkir, at botndjórakanningar eru eitt sera hent amboð, tí tær kunnu siga nógv um dálkingarstøðið á botninum, alt eftir nøgd og samanseting av botndjórunum.

Í Føroyum eru vit í tí hepnu støðu, at botndjórakanningar eru framdar síðani 1998 sum partur av umhvørviseftiransingini av aliøkjum.Tískil tóku Fiskaaling og Umhvørvisstovan í 2018 stig til verkætlanina “Botndjórasamfeløg – eitt føroyskt sammetingargrundarlag”.  Endamálið við verkætlanini var at staðfesta, um sýni frá botndjóra kanningum kunnu lýsa, hvussu tann náttúrliga vistfrøðiliga støðan, t.e. baseline, er í mun til botndjór á føroysku firðunum.

Niðurstøðan er, at samanberingarssýni kunnu nýtast til baseline, og sammett við okkara grannalond líkist botndjórasamfelagið mest tí norska, tó at har eru munir. Tí eigur ein flokkingarskipan, sum skal nýtast til at lýsa vistfrøðiligu støðuna í mun til botndjór í Føroyum, at mennast út frá einum lokalum dátugrundarlagi, eins og hini londini hava gjørt. Ein fyribils niðurstøða vísir, at nógv søgulig sýni kunnu nýtast í arbeiðinum at menna eina tílíka flokkingarskipan.

Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum, og í næstum, við fígging frá Havbúnaðarfelagnum og Umhvørvisstovuni, verður farið undir arbeiðið at menna eina føroyska flokkingarskipan, sum kann nýtast, tá metast skal um vistfrøðiligu støðuna í mun til botndjór á føroysku firðunum.

Heidi S. Mortensen, granskari á Fiskaaling og verkætlanarleiðari, sigur lidnu verkætlanina vera dømi um, hvussu serfrøði frá ymiskum deildum og granskingarøkjum hava samstarvað fyri at framleiða eitt samlað úrslit í serflokki. Úrslit, sum fer at hava stóran týdning fyri føroyska aling og gransking sum heild, og ikki minst í mun til at umhvørviseftiransining á føroysku firðunum skal kunna virka til fulnar.

Kelda: fiskaaling.fo

Mynd: Ingi Sørensen