3b022e3d241d9082cbf8c10401db59e7.JPG
Skriva út
Lagt út: 10.11.2011

Nýggj FP7 vegleiðing

Eurocenter á Forsknings- og Innovationsstyrelsen hevur júst latið úr hondum eina nýggja interaktiva FP7 vegleiðing, sum fevnir um allar liðir í einum FP7 prosjekti.

Vegleiðingin er skipað í fýra øki, ið svara til tær fýra FP7 serskránnar. Vegleiðingin er evnað soleiðis, at hon svarar júst uppá teir spurningar, sum snúgva seg um skránna arbeitt verður við.

Fyri hvørja serskrá er vegleiðingin býtt á fimm fasur:
1. fyrireiking
2. umsóknarskriving
3. meting
4. samráðingar
5. prosjekt fremjan

Á hesi síðuni kanst tú ‘klikkja’ teg til røttu svarini innan tær fimm fasurnar í einum prosjekti:
http://www.fi.dk/tilskud/eu-og-internationale-programmer/eus7rammeprogramforforskning/Vejledning-til-fp7