Heini Í Skorini 2020
Skriva út
Lagt út: 30.11.2020

Nýggj bók um blasfemi fyrr og nú

Heini í Skorini, adjunktur í altjóða politikki á Søgu- og samfelagsdeildini, er við í nýggjari bók, sum greinar hugtakið blasfemi í ymiskum tíðarskeiðum, londum og átrúnaðarligum siðvenjum

Hví hevur blasfemi ella ”gudsspottan” verið eitt lógarbrot í øllum teimum stóru heimsreligiónunum ígjøgnum søguna? Hvør hevur gjørt av, hvat ”gudsspottan” er fyri nakað? Og hvørja funktión hevur religiónskritikkur havt – bæði fyri makthavarar og fyri tey, sum hava funnist at ráðandi myndugleikum? Hvussu verða lógir ímóti blasfemiskum samskifti praktiseraðar kring heimin í dag? Og hvørjar eru avleiðingarnar av blasfemi og religiónskritikki í einum globalum informatiónssamfelagi, sum er bundið saman av tøkni, interneti og sosialum miðlum?

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum Heini í Skorini og aðrir granskarar viðgera í nýggjari bók, sum kom út í seinastu viku, og sum verður givin út av forlagnum Routledge University Press.

Bókin er úrslit av einum tvørfakligum granskingarsamstarvi á Oslo Universiteti og umfatar granskarar úr Evropa, Miðeystri, Asia og Norðuramerika.

Leinki til bókina er her.

Og í samandrátti á heimasíðuni hjá Routledge stendur:

”This volume examines both historical developments and contemporary expressions of blasphemy across the world. The transgression of religious boundaries incurs more or less severe sanctions in various religious traditions. This book looks at how religious and political authorities use ideas about blasphemy as a means of control. In a globalised world where people of different faiths interact more than ever before and world-views are an increasingly important part of identity politics, religious boundaries are a source of controversy.
The book goes beyond many others in this field by widening its scope beyond the legal aspects of freedom of expression. Approaching blasphemy as effectivespeech, the chapters in this book focus on real-life situations and ask the following questions: who are the blasphemers, who are their accusers and what does blasphemy accomplish? Utilising case studies from Europe, the Middle East and Asia that encompass a wide variety of faith traditions, the book guides readers to a more nuanced appreciation of the historical roots, political implications and religious rationale of attitudes towards blasphemy.
Incorporating historical and contemporary approaches to blasphemy, this book will be of great use to academics in Religious Studies and the Sociology of Religion as well as Political Science, Media Studies and History.”