Nýggj arbeiðsætlan fyri landbúnað, matvørur, fiskiskap og biotøkni
Nýggj arbeiðsætlan fyri annað temað í serskránni Cooperation, (Food, Agriculture and Fisheries, and Biotechnology) verður væntandi almannakunngjørd fríggjadagin 30. november.
Útboðini, (callini) innan hetta temað, bólkast í tríggjar høvuðsbólkar:
- Burðardygg framleiðsla og stýring av lívfrøðiligum tilfeingi frá landi, skógi og vatni.
- Matur, harímillum matur úr sjónum, heilsa og vælvera.
- Lív-vísindi, biotøkni og biokemi til frama fyri burðadyggum (ikki-mat) vørum og framleiðslu.
Nýggja arbeiðsætlanin kann takast niður her (eftir 30. november). Umsóknarfreistin verður væntandi síðst í februar, 2008, og er fíggjarkarmunin mettur at liggja um € 96 mio.