Nýggir møguleikar at fíggja gransking mugu finnast
Hagtøl vísa, at almennu íløgurnar í gransking og menning ikki fylgja við samfelagsbúskapinum. Nýggir fíggingarmøguleikar mugu til, um gransking og menning skal koma upp á sama stig sum í grannalondunum og koma føroyska samfelagnum til gagns, heldur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Martin Tvede Zachariasen.
Føroyar liggja langt frá málinum, ið Europaráðið hevur sett fyri almennari gransking. Ráðið mælir til, at londini brúka 1 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) til almenna gransking. Í Føroyum brúkar tað almenna bert 0,4 prosent til gransking – 0,3 prosentstig minni enn í 2003.
Rektarin á Fróðskaparsetrinum mælir til, at hugt verður at skipanum, ið brúktar verða í grannalondunum, fyri at fáa meiri pengar til gransking í Føroyum.
– Í Noregi fara 0,3 prosent av útflutningsvirðinum av fiski beinleiðis í ein granskingargrunn, sum so verður givið út aftur til gransking í fiskivinnu og aling. Ein líknandi leist kundu vit brúkt á fleiri økjum í Føroyum, soleiðis at vit fáa eina inntøkukeldu, sum fylgir við búskapinum, sigur hann.
Martin Tvede Zachariasen heldur eisini, at skipanin við nógvum spjaddum granskingarstovnum eigur at verða endurskoðað.
Les grein í Vísindavøkublaðnum um fígging av gransking her.
Vísindavøkublaðið 2024 sæst her.