Nú verður Sjúkrakassagrunnurin stovnaður
Um eina viku verður farið undir at stovna Sjúkrakassagrunnin. Karsten Hansen landsstýrismaður í heilsumálum var avgjørdur á Løgtingi 27. februar, tá hann svaraði munnligum fyrispurningi frá Gunvør Balle tingkvinnu.
Gunvør Balle spurdi Karsten Hansen, hvussu arbeiðið við at stovnsseta Sjúkrakassagrunn Føroya gongur. Løgtingið samtykti í mai 2012, at avlopið av fænum úr sjúkrakøssunum, sum eru avtiknir, skal í ein grunn, sum skal brúkast til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum. Síðani hevur ikki verið nógv alment frammi um málið.
Karsten Hansen svaraði, at málið hevur gingið strilitið, ikki minst tí at mett verður, at samtyktin í Løgtinginum er brot tað semju, sum Heilsumálaráðið og nevndirnar fyri sjúkrakassarnar høvdu gjørt. Karsten Hansen segði, at Heilsumálaráðið hevur rykt nevndirnar eftir svarið og at nýggju av tíggju nú hava svarað positivt. Nú hevur Heilsumálaráðið boðað frá, at seinasta freist at svara er í hesi vikuni. Farið verður undir at stovna grunnin í komandi viku.
Fyrispurningurin hjá Gunvør Balle:
"Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum viðvíkjandi sjúkrakassafæi, ið skal flytast í Granskingargrunnin
1. Hevur Sjúkrakassagrunnurin gjørt leiðreglurnar fyri, hvat fæið skal latast sum stuðul til?
2. Nær verður fæið í Sjúkrakassagrunninum flutt Granskingargrunninum at umsita?
Viðmerkingar:
Í fjør vár samtykti Løgtingið, at pengarnir, sum eru eftir í sjúkrakassunum, skulu brúkast til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum. Her varð serliga hugsað um gransking á heilsuøkinum, og tí varð avgjørt, at innan 1. apríl 2014 skal fæið latast Granskingargrunninum at umsita innan teir karmar, sum stýrið fyri Sjúkrakassagrunnin setir. Talan er væntandi um umleið 30 milliónir krónur, sum skulu nýtast til gransking og onnur átøk á heilsuøkinum. Síðani hevur ikki verið nógv at frætt alment um málið.
Í heyst spurdi Fíggjarnevnd Løgtingsins Mentamálaráðið eftir støðuni viðvíkjandi pengunum í sjúkrakassagrunninum, og Mentamálaráðið svaraði, at tað er Heilsumálaráðið, sum hevur ábyrgd av málinum, til peningurin er útgoldin Granskingargrunninum. Granskingarráðið spurdi Heilsumálaráðið eftir málinum í november 2012. Sambært Heilsumálaráðnum væntaðu tey tá skjótt at fáa endaliga svarið frá sjúkrakassunum um, hvørja støðu tey hava til samtyktina hjá Løgtinginum.
Nú eru aftur lidnir tríggir mánaðir, síðan hetta svar kom úr Heilsumálaráðnum, tí eigur ein niðurstøða at vera komin frá sjúkrakassunum. Óansæð eigur landsstýrismaðurin at greiða almenninginum frá, hvar málið stendur, og nær ein avkláring kann væntast."
Spurningurin frá Gunvør Balle, svarið hjá Karsteni Hansen og kjakið kann hoyrast her