Diabetesmiðstøð
Skriva út
Lagt út: 16.06.2021

Novo Nordisk stuðlar diabetesmiðstøð í Føroyum

Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnurin eru farin undir eitt samstarv um at skipa eina diabetesmiðstøð í Føroyum. Hetta boðaði Heilsumálaráðið frá í tíðindum 11. juni.

Tað yvirskipaða málið við samstarvinum er at leingja um livialdurin og betra lívsgóðskuna hjá fólki við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum.

Novo Nordisk Grunnurin og Heilsumálaráðið hava góðkent eitt visjónsupprit, sum hevur til endamáls at styrkja átøkini innan diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum í Føroyum. Snúningsdepilin í átøkunum verður komandi diabetesmiðstøðin, sum fer at verða sett á stovn.

Sagt verður, at í samstarvinum millum Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnin verður dentur lagdur á at menna og styrkja viðgerðartilboð, tvørgeiraligt samstarv og gransking. Komandi diabetesmiðstøðin fer at hava ein týðandi leiklut til tess at fremja hetta í verki.

Verandi diabetesambulatoriið á Landssjúkrahúsinum fer at verða umskipað til eina diabetesmiðstøð, sum verður nevnd Steno Diabetes Centur Føroyar. Diabetesmiðstøðin verður partur av medisinska deplinum, á sama hátt sum diabetesambulatoriið longu er tað í dag. Eftir ætlan verður diabetesmiðstøðin tikin í nýtslu 1. januar 2023.

Novo Nordisk Grunnurin leggur stóran dent á at stuðla gransking, og tá tað kemur til gransking innan heilsu- og læknavísund eru Føroyar nakað serstakt. Fólkatalið í Føroyum er avmarkað, og harafturat eru føroyingar væl skilgreinaðir bæði landafrøðiliga og arvafrøðiliga.

Mads Krogsgaard Thomsen, stjóri Novo Nordisk Grunninum sigur, at tað: ”koma nakrir sera spennandi møguleikar fyri at stuðla gransking, sum tekur støði í føroyska fólkinum, og sum m.a. kann spæla saman við teimum góðu royndunum, Føroyar hava við Ílegusavninum og FarGen-verkætlanini.”

Visjónsuppritið millum Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnin, nevnt ”Vision for styrket diabetes og anden endokrinologisk indsats på Færøerne. Etablering af Steno Diabetes Center Færøerne”, kann lesast her.

Sambært uppritinum fara Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnurin í felag at fíggja nýggju diabetesmiðstøðina. Heilsumálaráðið kemur sum higartil at fíggja grundvirksemið, sum er viðgerð av diabetesjúklingum, og at lata høli til miðstøðina. Novo Nordisk Grunnurin letur fíggjarligan stuðul til at stovna diabetesmiðstøðina, at menna tilboð, útbúgving og gransking á diabetesøkinum og øðrum endokrinologiskum økjum og til uppstigan av hølunum til endamálið.

Avtaluskeiðið er 10 ár í fyrsta umfari. Játtaða stuðulsupphæddin er ikki upplýst.

Kelda: hmr.fo