Nótaskip stuðlar verkætlanin um at kanna Korona myrkatøl
Felagið Nótaskip boðar i dag frá, at felagið hevur gjørt av at veita eina millión krónur í stuðli til verkætlan hjá Pál Weihe, yvirlækna á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, at kanna myrkatøl.
Hóast næstan 9 prosent av øllum føroyingum eru kannaðir fyri koronasmittu, er ongin ivi um, at tað eru onnur, sum bera smittuna, uttan at vita tað. Tað er hesin bólkur, ið verður nevndur myrkatalið.
Kanningin verður gjørd við at máta andevni hjá 1.000-1.500 tilvildarliga valdum føroyingum fyri at fáa at vita, hvussu nógv av hesum hava verið smittað. Hesin kunnleiki ger heilsuverkið betur ført fyri í framtíðini at leggja fyribyrgingina av smittuni til rættis.
Pál Weihe greiddi frá verkætlanini í KVF í dag
Limir í Felagnum Nótaskip eru feløgini í teimum trimum samtøkunum: Varðanum, Palla hjá Mariannu og Framherja.