4e957b57fde8776fdaa96f603f40b674.JPG
Skriva út
Lagt út: 22.02.2010

Norski Merkur-stovnurin mennir handlar í útjaðaranum


Í farnu viku vóru umboð fyri Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning á arbeiðsferð í Norra í samband við verkætlanina Retail in Rural Regions – á føroyskum handil í útjaðaranum. Verkætlanin, sum er fíggjað av ES-útjaðaragrunnium Northern Periphery Programme, hevur til endamáls at skap betri møguleikar fyri handli í útjaðaranum, hetta við at skapa ein meiri fjøltáttaðan handil (multi-shop) og við at menna tænastustøði og førleikastøði. Við í verkætlanini eru granskarar úr Føroyum, Íslandi, Finnlandi, Skotlandi, Írlandi og Norður-Írlandi, harumframt eru norskir og grønlendskir granskarar eisini knýttir at verkætlanini.

Merkur-skipanin ein av fyrimyndunum
Ein av fyrimyndunum fyri verkætlanini er norska Merkur skipanini. Merkur skipanin er samansett av einum liði av serkønum ráðgevum, sum á ymiskan hátt hjálpa og vegleiða handilsrekandi í útjaðaranum í Norra. Ferðin til Norra var nettupp at vitja fólkini aftanfyri Merkur skipanina og handlar, sum brúka Merkur skipanina.

Við ráðgeving frá Merkur ráðgevunum og smærri stuðulsupphæddum frá grunnin Innovasjon Norge (sum er ein stuðulsgrunnur til m.a. menning av útjaðaranun), hava nógvir handlar í norska útjaðaranum megnað at vent einari neiligari gongd til eina jaliga gongd. –Handlarnir eru farnir frá at verða handlar, sum havt minkandi inntøkur og einstáttaða sølu (t.d. bara matvørur), til handlar størri inntøkum og fleiri nýggjum tilboðum og tænastum – til sokallaðar multi-shops.

Merkur skipanin stóran týdning
Eftir vitjanir í fleiri ymiskum handlum í útjaðaranum í mið-Norra, er niðurstøðan greið: Tað hevur havt alstóran týdning fyri handlarnir, at teir hava fingið vegleiðing frá Merkur ráðgevunum. Merkur ráðgevarnir hava veit ráðgeving innan fleiri handilslig viðurskift og hava eisini hjálpt handlunum til at broytast til multi-shops, t.v.s. handlar við matvørum, posthúsi, tipping (lotto), lokalum mati, bókhandli, apoteksvørum, kunning frá ferðavinnuni og café o.s.fr.

Lokalsamfelagið týðandi leiklut
Umframt Merkur skipanina, so hevur stuðul frá lokalsamfelagnum eisini havt stóran týdning fyri at smáu útjaðara handlarnir eru mentir. Handilsfólkini vístu í fleiri umførum á týdningin av at fólk í bygdini og í økjunum kring handilin hildu fast um at keypa lokalt, heldur enn at koyra eftir vørum í størri handilsdeplum í grannabygdum. Hetta hevur ført við sær, at handilin hevur kunna havt størri vøruúrval og eisini betri vørur. Í øðrum førum hevði bygdafólki sjálvboðið og ókeypis hjálpt til við at byggja um og dagføra handilin.

Multishops í Føroyum
Verkætlanin handil í útjaðaranum fevnir um ein granskingarpart og ein praktiskan part. Verkætlanin er komin væl áleiðis. –Og í næstum verður farið undir at menna tilfar til handilsrekandi í útjaðaranum í Føroyum, samstundis sum útjaðara handlar í Føroyum verða bodnir við at luttaka í tí partinum av verkætlanini, sum hevur til endamáls at broyta handlarnir til sokallaðar multishops.

Á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning er tað Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur, sum hevur ábyrgdina av verkætlanini.

Les eisini meiri á heimasíðu okkara www.socdev.fo og á heimasíðuni hjá verkætlanini Retail in Rural Areas www.rrr-project.net.