SkatteFUNN1.png
Skriva út
Lagt út: 13.02.2017

Norskar fyritøkur gera fleiri íløgur í gransking og menning

Norska granskingarráðið skrivar, at metnógvar fyritøkur søktu um skattafrádrátt umvegis skipanina SkatteFUNN í 2016. Fleiri enn 6900 verkætlanir fáa SkatteFUNN stuðul fyri 2016. Hetta eru 1100 fleiri enn árið fyri. Uppá fimm ár er talið av umsóknum til skipanina tvífaldað.

Á myndini sæst millum annað, hvussu nógvar íløgur verða gjørdar og í hvørji øki.

Í Noregi verður fegnast um stóra áhugan fyri skipanini.

- "Okkum tørvar eitt vinnulív, sum ger íløgur í gransking og menning,"sigur Monica Mæland vinnumálaráðharri.

- "Hetta gevur týdningarmikla virðisøking og gagnliga vitanarmenning til fyritøkurnar," sigur Arvid Hallén stjóri í Forskningsrådet

Les tíðindini á forskningsradet.no

Les um SkatteFUNN