457b08dfc31799a952064ea2dd1fa0b2.jpg
Skriva út
Lagt út: 21.10.2008

Norsk tjóðarætlan fyri hugvísindaliga gransking


Fyri stuttum var í Noregi ein nýggj tjóðarætlan fyri hugvísindaliga gransking almannakunngjørd. Hetta er úrslit av áheitan frá norska mentamálaráðnum (Kunnskapsdepartementet) til norska granskingarráðið, um í tøttum samstarvi við granskingarumhvørvi at arbeiða við eini tjóðarætlan fyri hugvísindaliga gransking.

Í stuttum snýr ætlanin seg um, at styrkja góðskuna og víðka um breiddina á granskingini. Hartil verður eggjað til at hugvísindaliga granskingin veður enn meira sjónlig, og at tilvitanin um samfelagsliga týdningin av hesi granskingini verður styrkt. Til tess at náa hesi mál skal granskingin styrkjast innan hesi fýra øki:

  • samstarvs- og netverkstiltøk
  • granskingarútbúgving og útvegan av granskarum
  • nýtsla av hugvísindaligari gransking og øking av tilvitanini um hennara samfelagsliga týdningi
  • fíggingarmøguleikar

Les tíðindini á forskningsrådet.no her og tak niður tjóðarætlanina her