Norra: alsamt fleiri gjøgnumføra Ph.D.-lestur
50% av teimum sum byrjaðu uppá eina granskaraútbúgving (Ph.D.) í Norra í 1981 høvdu fullført útbúgvingina eftir tíggju árum. Harafturímóti so fullførdu 75% av teimum sum byrjaðu í 1999 granskaraútbúgvinginga eftir tíggju árum. Norsku myndugleikarnir vænta, at hetta tal vil økjast enn meira komandi árini. Hetta skrivar Norska blaðið Forskningspolitikk.
Bert ein lítil helmingur av teimum, sum byrja uppá eina Ph.D.-útbúgving fullføra hana til ásettu tíðina, sum vanliga er trý ella fýra ár.
Av teimum sum eru byrjað uppá eina Ph.D.-útbúgving seinastu árini liggur miðaltíðin fyri disputering um 5 ½ ár.
Munur er á, hvussu nógv gerast liðug við útbúgvingina alt eftir, hvat fak tey arbeiða við. Av teimum, sum byrja uppá ein Ph.D.-lestur eru flest, ið lesa innan støddfrøði og náttúruvísindi,sum gerast liðug (um 80%). Tey, sum lesa innan samfelagsvísindi, eru haraftur ímóti niðast á listanum, har umleið 60% gjøgnumføra útbúgvingina. Sí mynd.
Danmark og Svøríki hava betur tøl at vísa á í mun til, hvussu nógv gerast liðug við Ph.D-útbúgvingar. Í Danmark eru umleið 80 % av teimum, sum byrja uppá eina Ph.D.-útbúgving liðug eftir tíggju árum. Í Svøríki er talið umleið 70% eftir átta árum. Til sammetingar eru umleið 60% av teimum, sum byrja uppá eina Ph.D.-útbúgving í USA liðug eftir tíggju árum.
Tá talan er um, hvussu langa tíð tey lesandi brúka fyri at gjøgnumføra, so er Danmark aftur ovast á listanum, har tey í meðal nýta 4,2 ár í mun til 5,5 ár í Norra og 6 ár í Svøríki.
Í Føroyum er hagtalsgrundarlagið ov lítið til at gera eina meting um hesi viðurskifti, men staðfestast kann at ein partur av teimum sum byrja uppá Ph.D.-lestur ikki gerast liðug.
Seinastu árini er talið av føroyingum, sum hava gjøgnumført eina Ph.D.-útbúgving økt, hóast at talið í 2009 er nakað lægri enn í 2007 og 2008. Sí grein á www.gransking her.
Kelda: Forskningspolitikk
Mynd: Forskningspolitikk