5032b4200faa199c4de007f1270673b3.jpg
Skriva út
Lagt út: 22.05.2015

Norðurlond vilja hava fleiri altjóða granskarar

Umleið 80 fólk, ið arbeiða við at gera tað lættari hjá granskarum at flyta millum lond, hittast í Føroyum í næstu viku. Týsdagin 26. og mikudagin 27. mai skipa Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið fyri eini norðurlendskari EURAXESS ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um, hvussu norðurlendskir granskingarstovnar kunnu draga fleiri útlendskar granskarar til sín við at gera tað lættari og áhugaverdari at virka í norðurlondum.

Føroyar hava verið partur av europeiska EURAXESS-samstarvinum í trý ár. EURAXESS fevnir um 40 lond í Europa, sum øll hava tænastur, ið hjálpa granskarum at flyta millum londini. Í Føroyum eru tveir EURAXESS-deplar – ein í Granskingarráðnum og ein á Fróðskaparsetrinum.

Norðurlendska EURAXESS ráðstevnan í Føroyum er tann triðja ráðstevnan, har starvsfólk á norðurlendskum hægri lærustovnum og øðrum granskingarstovnum hittast at tosa um felags áhugamál. Endamálið við ráðstevnuni er at styrkja norðurlond í kappingini um teir bestu altjóða granskararnar við at gera tað so áhugavert og ómakaleyst sum gjørligt at virka sum útlendskur granskari í norðurlondum.

Á ráðstevnuni, ið Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið skipa fyri í samstarvi við NordForsk
og Norðurlandahúsið, verða fyrilestrar og verkstovur. Tveir av fyrilestrunum verða almennir.

Týsdagin kl. 11.15 fer fer menningarstjórin á økismenningarstovninum Invest í Skåne, Dr Axel Steuwer, at halda fyrilestur um eitt stórt nýtt altjóða granskingarsetur í Lund, sum væntandi fer at fáa stóran týdning fyri norðurlond. Rannsóknarstovurnar í Lund verða millum tær fremstu í heiminum innan millum annað geislavirkni, og granskarasetrið fer at draga túsundtals vísindafólk til Lund.

Týsdagin kl. 12.00 fer stjórin á Grønlands Naturinstitut, Klaus Nygaard, at halda almennan fyrilestur um arktiskt granskingarsamstarv. Grønlendski granskingarstovnurin hevur stórar fyrimunir av tøttum altjóða samstarvi um gransking og undirstøðukervi. Stórur altjóða áhugi er fyri gransking og eygleiðingum í Grønlandi, tí árinið av veðurlagsbroytingum í arktiska økinum merkist um allan heim.

Ókeypis atgongd er til teir báðar almennu fyrilestrarnar.

Meira kann lesast um norðurlendsku EURAXESS ráðstevnuna á www.euraxess.fo/conference

Mynd: nlh.fo