Covid Norðurlond Klipt
Skriva út
Lagt út: 20.05.2021

Norðurlond játtaðu 2,5 milliardir til COVID-19 gransking

Norðurlond hava í 2020 og 2021 játtað tilsamans nærum 2,5 milliardir krónur til gransking í sambandi við COVID-19. Harav hava Føroyar játtað 4 milliónir kr.

Tað vísir eitt yvirlit yvir gransking í COVID-19 í norðanlondum, sum norðurlendska granskingarráðið NordForsk hevur gjørt.

Heilsufrøði og samfelagsfrøði

Meira enn helvtin av samlaðu játtanini í norðanlondum – 58% - er farin til læknafrøðiliga og heilsufrøðiliga gransking.

14% eru játtað til nýskapan og verkætlanir innan lívfrøði og undirstøðukervi, sum í nógvum førum eisini hava verið nær tengd at heilsuvísindum. Aðrar granskingarverkætlanir innan nýskapan fevna um talgildar appir og tøkniligar loysnir til samfelagstænastur.

23% av samlaðu játtanini til COVID-19 gransking er játtað til samfelagsvísindi. Tað fevnir millum annað um fyrisiting, avleiðingar av avmarkingum, fólkaræði og mannarættindi, ávirkan á arbeiðslív og bygnaðarligar avleiðingar fyri burðardygd, samferðslu og býargerð.

Í Danmark hava eisini nakrar fáar granskingarverkætlanir innan hugvísindi og list fingið játtan at kanna framburð um farsóttina og talgildu tilveruna.

Svøríki játtar mest

Næstan helvtin – 47% - av samlaðu játtanini er játtað í Svøríki. 19% eru játtað í Finnlandi, 16% í Danmark, 16% í Noregi, 0,2% í Íslandi og 0,1% í Føroyum. Harumframt eru 2% játtan frá norðurlendskum stovnum.

Stórur munur er á, hvat slag av COVID-19 gransking, londini hava játtað fígging til. Svøríki og Ísland hava lagt størsta dentin á heilsufrøðiliga gransking. Í Svøríki eru 80% og í Íslandi 82% av játtanini farin til heilsugransking.

Noreg og Finnland hava hinvegin lagt størri dent á at fíggja samfelagsvísindaliga gransking í sambandi við COVID-19. Í Noregi eru 67% og í Finnlandi 44% av játtanini farin til samfelagsvísindi.

Í Føroyum eru 56% av játtanini til COVID-19 gransking farin til heilsuvísindi og 44% til samfelagsvísindi.

14 verkætlanir stuðul frá COVID-19 átaki

Granskingarráðið hevur játtað 3 milliónir kr. til COVID-19 gransking í Føroyum. Av hesum var 1 millión úr Granskingargrunninum, og 2 milliónir vórðu latnar av vinnufyritøkum.

14 verkætlanir vórðu fíggjaðar av COVID-19 átakinum hjá Granskingarráðnum.

Harumframt eru nakrar aðrar COVID-19 verkætlanir fíggjaðar av vinnufyritøkum, og ein verkætlan er fíggjað úr Sjúkrakassagrunninum.

Ongar ætlanir eru í løtuni um at bjóða út serstakan stuðul til gransking av COVID-19 í Føroyum.

Ongar umsóknir um stuðul til COVID-19 verkætlanir komu til árligu útlutanina av stuðli úr Granskingargrunninum í ár.

Les frágreingina hjá NordForsk um COVID-19 gransking her.