Norðurlendskt útboð innan veðurlagsgransking
Top-level Research Initiative, hjá Nordforsk, lýsir nú eftir umsóknum til skipanina Nordic Centres of Excellence, innan undirheitið Effect studies and Adaptation to Climate Change. Endamálið við undirskipanin er at økja um vitanina um evnini hjá samfelagnum at tillaga seg, og vandarnar og møguleikarnar, sum ávirkanin av veðurlagsbroytingum kann hava fyri norðurlendska økið.
Málið við Nordic Centres of Excellence skipanini er at økja um vísindaligu dygdina, úrslitini, kappingarføri og sjónligheitina av norðurlendskari gransking við styrktum samstarvi millum norðurlondini.
Hetta útboðið hevur tvey umsóknar-umfør og er freistin fyri fyrsta umfar 3. mars 2010, (16:00 CET)
Stutt lýsing av útboðnum kann lesast her
Meira kunning um Top-Level Research Initiative her
Samlaði útboðsteksturin kann lesast her
Hevur tú spurningar, so kanst tú seta teg í samband við Simone K. Heinz, Ph.D., ráðgeva á TFI skrivstovuni á mobil: +47 90845382 ella t-post: simone.heinz[kurla]nordforsk.org